Grindaboð tætt eystur út Trøllkonufingri

12-08-2015 - 22:13 -

 Fyri løtu síðan varð boðað frá eini grind tætt eystur úr Trøllkonufingrið á 62.03N og 7.03V. 

Í løtuni er ein bátur hjá grindini, hon gongur spakuliga vestureftir.

Tað var tyrlan hjá Atlantsflog, sum fann grindina.

KL. 16.48 Grindin gongur inn vestureftir, so hon kemur helst á Sandavág, tað rekur vestur.

Kl. 17.15 Grindin sæst nú frá Sandavági

Grindin sum legði beinini í Sandavági í dag var knappar 100 hval (Tað meta vit). Drápið gekk væl, tað tók ber 9 minuttir.