Grind liggur útfyri Selvík

06-06-2020 - 10:28 - Jóanis Albert Nielsen
Í morgun fekk Finnbogi Midjord, sýslumaður í Vágum, eina fráboðan um, at ein grind liggur útfyri Selvík á Sørvágsfirði. Sýslumaðurin visti ikki hvussu stór grindin var.

Við JN.fo sigur Finnbogi, at einki verður gjørt við grindina, tí tað er ómøguligt at drepa grind so leingi tilmælini frá landinum eru sum tey eru.