Grind liggur útfyri Gomlurætt

14-09-2018 - 07:51 - Jóanis Albert Nielsen

Fyri 10 minuttum síðani fekk løgreglan eina fráboðan um, at ein grind liggur útfyri Gomlurætt. Grindin er sædd av landi, og enn er eingin bátur hjá grindini. 

Av løgreglustøðini verður sagt, at teir enn ikki vita hvussu stór hon er ella hvar hon verður rikin. Bátar eru á veg út til grindina.

Tað  er vestfall og tað rekur vestur allan fyrrapartin - sí myndirnar niðanfyri.