Grind lagt beinini í Vági í morgun

16-07-2017 - 09:55 - Jóanis Albert Nielsen

Um 7-tíðina í morgun, komu grindaboð í Suðri. Grindin bleiv síðani rikin inná Vág, har hon bleiv hildin til. Talan er ikki um stóra grind, umleið 50 hval, sum telur bæði grindahvalir og springarar.