Grind ávegis til Gøtu

16-09-2018 - 12:52 - Jóanis Albert Nielsen

Fyri einari løtu síðani var ein grind funnin útfyri brennistøðina hjá IRF í Leirvík.

Karl Johansen sýslumaður sigur, at hon gongur skjótt suður eftir undir Hagaleitið. Tveir bátar eru hjá grindini, sum verður mett til at vera um 50 hval.

Ætlanin er at hon skal haldast til í Gøtu.