Grind á Sandi

mentan14-06-2018 - 18:26 - Jóanis Nielsen

Sildberin fann eina grind beint við grótkastið á Sandi, nú verður gjørt klárt at halda til, sum sæst á myndini so er talan um eina hampuliga stóra grind.

Tað er ikki heilt kyrt á Sandi, men teir fara at royna.

Uppdatering kl. 19.52 - Teir hava roynt at rikið grindina inn á sandin, men tað er ókyrt og hildið verður, at lógvin gevur so hvøll ljóð, og at aldudrátturin hoyrist so væl, og tí vil grindin ikki inn, so spurningurin er hvussu leingi teir royna afturat at halda til.