Grein 52 a spurningur til landsstýriskvinnuna í Heilsumálum

Politikkur25-07-2017 - 17:09 - Jóanis Nielsen

Hin 22. februar í ár var orðaskifti á Løgtingi um fyrispurning frá undirritaða, um ætlanirnar hjá donskum politikarum at loyva nýtslu av ávísum cannabisproduktum til útvaldar sjúklingabólkar.

Fyrispurningurin var um pínulinna, um hvørt føroyski heilsumyndugleikin hevur ætlanir um at bjóða føroyskum sjúklingum somu skipan sum danska fólkatingið hevur samtykt at bjóða donskum sjúklingum.

Danska fólkatingið hevur samtykt, at ávísir sjúklingar, nevndir verða sclerosusjúklingar og krabbameinssjúklingar í eini royndarskipan, fáa møguleika at verða viðgjørdir við náttúrligum cannabisúrdráttum.

Mong av hesum stríðast við symptomir, sum vanligur heilivágur illa megnar at hjálpa, umframt svár hjáárin av traditionellum heilivágum í teim stóru nøgdum, sum lætt kunnu krevjast.

Umframt pínunívdar sjúklingar fáa eisini krabbameinssjúk í kemo- ella stráluviðgerð, ið mangan stríðast við etingartrupulleikar vegna vaml og spýggju, høvið at royna hesar úrdráttir.

Sum nevnt er ikki talan um at gera cannabisúrdráttir fríar, men um skipan, sum skal umsitast av læknum og veitast ávísum nágreinaðum sjúklingabólkum á ein tryggan og lógligan hátt.

Løgtingskjakið um spurningin var sera jaligt og varð lovað, at landsstýriskvinnan fór at taka málið upp við føroyskar og danskar myndugleikar.

Nú ½ ár er farið, og nýggja løgtingsetan er um at byrja, loyvið eg mær, í sambandi við møguligt løgingslógaruppskot, at spyrja:

1: Hevur samband verið milllum føroyskar og danskar partar um luttøku í donsku royndarskipanini?

2: Hvørji tilmæli hevur landsstýriskvinnan fingið frá læknaligu ráðgevarunum á økinum?

3: Er avgerð tikin um, hvørt vit verða partur av donsku skipanini, ella um vit sjálvi seta eina líknandi royndarskipan við medicinskum cannabis í verk í Føroyum.

4: Nær kunnu vit vænta, at føroyskir sjúklingar sleppa at verða við í einari skipan við medicinskum cannabis?

Jenis av Rana