Grein 52 a fyrispurningur til landsstýriskvinnuna í heilsumálum

Politikkur18-06-2019 - 17:25 - Jóanis Albert Nielsen

Viðmerkingar:

Hin 23. apríl 2018 samtykti Løgtingið við 29 atkvøðum fyri og ongari ímóti soljóðandi broytingaruppskot um viðgerðartrygd:

Løgtingið heitir á landsstýrið um at kanna og útgreina, hvussu ein skipan í sjúkrahúsverkinum um viðgerðartrygd til allar føroyingar kann setast í verk, hvørjar fíggjarligar avleiðingar eru, og hvørjar fortreytir skulu vera fylgdar til tess at røkka málinum og leggja fram neyðug lógaruppskot í hesum sambandi.

Spurningur:

Hvat er hent í hesum máli, hvørjar útgreiningar og kanningar eru gjørdar, hvat vísa hesar og hvat líður við at útinna áheitan løgtingsins um hesa trygd føroysku sjúklinga til viðgerð?
Jenis av Rana