Mynd: Fróði Heri Poulsen

Greið yvirvág gav eitt stig

ítróttur08-10-2017 - 16:40 - Jóanis Albert Nielsen

FSF: Hóast føroyska landsliðið var greitt omaná í spæli og málmøguleikum ímóti Lettlandi, so gjørdist úrslitið málleysur javnleikur. Sí myndir her.

Um vit skrúva tíðina nøkur fá ár aftur, so høvdu fótbóltsføroyar stórfegnast um eitt stig á heimavølli ímóti Lettlandi. Men soleiðis er ikki longur, og tað kunnu vit fegnast um. Lettar komu til Føroyar eftir einum stigi, og tað fingu teir eisini. Tí tað var heilt greitt Føroyar, ið hevði uppiborið sigurin, um ein vinnari skulu verða.

Úrslitið í seinasta heimadystinum í undankappingini til HM 2018, sum komandi summar verður í Russlandi, millum Føroyar og Lettland gjørdist javnleikur 0-0. Føroyska liðið sat á øllum spælinum, og kom eisini fram til fleiri góðar málmøguleikar. Men í avgerandi løtum fór bólturin beint framvið, ella kom eitt lettiskt bein fyri í síðstu løtu.

- Vit eiga at vinna hendan dystin. Okkara verja stendur væl, og vit skapa fleiri stórar møguleikar, so eg eri ikki ordiliga nøgdur vit eitt stig, segði Jóan Símun Edmundsson við Rás 2 eftir dystin.

Longu tveir tímar eftir seinasta bríksl á Tórsvølli, var føroyska landsliðið á veg á flogvøllin, og gott og væl klokkan tvey sunnunáttina lendi hópurin í Ungarn. Næsta uppgáva er nevniliga á Groupama Arena í Budapest týsdagin klokkan 19:45