Gravgangur um heiðurin

Politikkur29-03-2017 - 20:44 - Jóanis Albert Nielsen

Tað kennist margháttligt, nú ávísir limir í samgonguni troka seg fram at miðlamikrofonunum at kunngera, at tey fara at seta krav um hesar og hasar broytingarnar í fiskivinnunýskipanaruppskotinum hjá fiskimálaráðharranum, og at man sanniliga ætlar sær at lurta eftir øllum atfinningunum og tilráðingunum, nú hoyringstíðin er av.

Sum um tað at lurta og ætla at gera broytingar er nakað, sum hesi knappliga hava funnið upp á av sínum eintingum og skulu heiðrast fyri.

Útmeldingarnar eru komnar, áðrenn Høgni Hoydal, fiskimálaráðharri, yvirhøvur hevur havt tíð at nærlisið hoyringssvarini og sjálvur sett út í kortið, hvat eigur at broytast í upprunauppskotinum. Hvaðni minni tíð og møguleikar hava øll onnur havt at kunna seg um tað, sum hoyringspartarnir eru komnir við.

Hoyringsfreistin í uppskotinum til fiskivinnunýskipan var úti á midnátt mánakvøldið, flestu hoyringssvarini eru komin inn til Fiskimálaráðið, men onkur eru eitt sindur seinkað og ikki komin inn enn.

Men áðrenn endaliga tilsnikkingin hjá fiskimálaráðharranum yvirhøvur er byrjað, og endaliga uppskotið sostatt enn er ókent, hevur onkur kortini longu kolldømt tað.

Hoyringstíðin var annars júst ætlað til at fáa lýst allar hugsandi og óhugsandi vansar og fyrimunir við uppskotinum til fulnar, so tað kundi latast í sín endaliga ham áðrenn framløgu í Løgtinginum.

Hetta havi eg sjálvur fleiri ferðir havt frammi, og Høgni Hoydal, fiskimálaráðharri, hevur eisini óteljandi ferðir lagt dent á, at uppskotið um fiskivinnunýskipan skuldi hava fyriskrivaðu hoyringstíðina. Í so máta skuldi ikki víkjast frá nøkrum tíðarfreistum.

Manualin er fylgd út í æsir, og tað er nú, at arbeiðið hjá fiskimálaráðharranum at snikka uppskotið endaliga saman skal gerast liðugt. Nú skulu broytingar gerast í sjálvum uppskotinum, í tann mun hoyringssvar verða tikin til eftirtektar. Síðani verður uppskotið lagt fyri Løgtingið, tástani byrjar tann veruliga politiska viðgerðin av uppskotinum, og tað skuldi verið løgið, um ikki onkur snøgging verður gjørd har eisini.

Fiskimálaráðharrin hevur eisini óteljandi ferðir lagt dent á – í Løgtinginum, á samgongufundum, á innanfloks fundum í Tjóðveldi og í miðlunum – at hann fór at lurta væl eftir øllum, ið sagt varð í hoyringstíðini, og lesa hoyringssvarini væl og virðiliga fyri síðani at taka tær atfinningar og tilráðingar til eftirtektar, sum hann var samdur í fóru at gagna sjálvum málunum við fiskivinnunýskipanini, ella sum fóru at fyribyrgja ótilætlaðar avleiðingar av uppskotinum.

Hetta átti eisini at verið ein sjálvfylgja fyri øll, tí annars var væl sagtans ongin orsøk at senda uppskotið til hoyringar.

Høgni Hoydal hevur heldur ongantíð dult, at tað verður neyðugt at gera broytingar. Hann hevur til dømis sjálvur váttað, at antitrustmørkini og onnur mørk eru til diskussión, um saklig argument eru fyri tí. Og hann hevur eisini sjálvur óprovokeraður víst á ávís vandamál í at skilja veiðirættindi frá stálinum – altso at tað, soleiðis sum upprunauppskotið sigur, fer at bera til at keypa sær kvotur uttan at hava skip. Bert fyri at nevna onkur dømi.

Grundleggjandi hevur fiskimálaráðharrin sagt seg vera opnan fyri broytingum, so leingi bulurin er intaktur og hildið verður fast um fiskivinnupolitisku aðalmálini hjá samgonguni.

Ta áskoðanina havi eg eisini sjálvur.

Sjálvandi eru mørk fyri, hvat kann broytast og hvussu nógv. Tí annars var ongin bulur. Innihald og orðingar í uppskotinum eru nøkulunda upp á pláss, men okkurt kann spískast, annað rundast, og mørk kunnu flytast.

Men enn eigur ongin einsamallur heiðurin fyri nakra komandi broyting ella bara fyri at lurta.

Ingolf S. Olsen
Tjóðveldi, framsøgumaður í fiskivinnumálum