Graslíkisvøllurin á Eiðinum alment tikin í nýtslu ónsdagin

ítróttur19-06-2018 - 12:12 - Jóanis Nielsen

Tíðindaskriv frá Vágs kommunu.

Nýggi graslíkisvøllurin á Eiðinum verður alment tikin í nýtslu ónsdagin 20. juni 2018 kl. 17.00.

Í hesum sambandi verður hátíðarløta á Eiðinum har Eydis Kjærbo, forkvinna í Mentunarnevndini hjá Vágs kommunu flytur fram røðu. Síðani fara landsliðsleikarar úr nærumhvørvinum at taka nýggja vøllin í nýtslu saman við einum av gomlu leikarunum hjá VB.

Aftaná verður brotssparkskapping saman við U11 dreingjum og U11 gentum hjá FC Suðuroy og vinnarin fær steyp. Og síðani verður bjóðað kaffi, te og okkurt gott afturvið í VB-húsinum.

Graslíkisvøllurin, sum nú er lagdur á vesturi á Eiðinum, er tann triðji graslíkisvøllurin í røðini. Tann fyrsti varð lagdur á í 1987. Hesin vøllurin varð skiftur í 2004, og nú 14 ár seinni, er so aftur nýggjur graslíkisvøllur lagdur á vesturi á Eiðinum.

Graslíkisvøllurin er av slagnum DOMO og frá IDE-Møblum, sum er umboð hjá DOMO í Føroyum, og eru hetta mest vanligu graslíkisvallir í Føroyum.

Tiltakið vesturi á Eiðinum byrjar kl. 17 ónsdagin 20. juni 2018.