
Gøtunes landar á Tvøroyri
vinna14-01-2021 - 21:13 - Jóanis Nielsen
Gøtunes er júst nú komin á Tvøroyri við 950 tonsum av svartkjafti, sum teir skulu landa til Varðan Pelagic, teir byrja at landa kl. 10.
Gøtunes hevur roynt sunnast í føroyskum sjógvi, har eru nógv skip, islendsk, russisk og føroysk - tvey ella trý íslendsk skip eru áveg til Íslands at landa.