Gott dansibandskvøld á Strondum

mentan09-09-2017 - 11:59 - Jóanis Nielsen

Gott dansibandskvøld á Strondum leygarkvøldið 30.september.

Orkestrini, sum koma at spæla eru:

Sunrise

Georg eystan Á

Rannvá Vesturklett og Jóannes Jakobsen

Plátuvendari við Elis tónleiki.

Hetta skal heilt vist blíva eitt super dansikvøld

Vit byrja við at hita upp við borðhaldi kl 20, har góður búffur við øllum tilhoyri – síðan verður kaffi og smákøkur.

Drykkjuvørur fáast til keyps.

Tað er avmarkað pláss til borðhaldið.

Felagssangur verður og orkestrini fara at taka onkran sang inn ímillum.

Vit skulu hava tað gott og hugnaligt áðrenn dansin, sum byrjar kl.23.

Raðfylgjan, sum orkestrini spæla, kemur seinni.

Kostnaður fyri dans og borðhald er bert 300 kr

Kostnaður til dansin er 150 kr

Skalt tú hava allan pakkan frá kl 20 – tekna teg og tú fært eitt kontonummar at flyta pengarnar á.

Tekna teg á stralan@stralan.fo ella send sms til 216500

Freistin at tekna seg til borðhaldið er 28 sept.

Strálan