Mynd: Jens Kr. Vang/HSF

Gott avrik móti Rumenia

ítróttur30-09-2019 - 11:01 - JN

Føroyska kvinnulandsliðið spældi ein av sínum heilt góðu dystum móti hálvfinalistunum frá seinasta EM, Rumenia. Úrslitið av dystinum gjørdist 25-20 til Rumenia, eftir at Føroyar var á odda 12-11 í hálvleikinum.

Føroyska liðið byrjaði nakað trilvandi, men beit síðani veruliga frá sær og var á odda tað mesta av fyrra hálvleiki. Við einari góðari verju og stórspælandi Anniku Fríðheim Petersen í málinum, fóru okkara til hálvleiks frammanfyri 12-11. Annika hevði eitt bjarginaprosent uppá 44 í hálvleikinum. Í álopinum vóru tað serliga Súna Krossteig Hansen og Marianna Geirsdóttir Eystberg, sum vóru eyðsýndar í álopinum í fyrra hálvleiki, meðan Maria Halsdóttir Weyhe eisini var trygg við brotskøstum og knøppum undirhondsskotum.

Føroyska liðið kom heldur illa inn til seinna hálvleik. Fleiri mistøk vóru gjørd, upplagdir møguleikar vóru brendir og fullu fleiri útvísingar í okkara lut. Hetta revsaði Rumenia hart og eftir stuttari løtu høvdu tær lagt seg nøkur mál fram um. Føroyska liðið gav tó ongantíð upp og skrædnaði ongantíð veruliga. Leiðslan hjá Rumenia lá um 3-5 mál restina av dystinum og má 25-20 metast sum eitt góðkent úrslit móti sera sterkari mótstøði.

Føroyska liðið hevur EM-undandystir aftur í mars mánaði. Tá spæla Føroyar heima- og útdyst móti Ukraina.

Dystir og úrslit síggjast her:
http://eurohandball.com/ech/women/2020/round/2/Women%27s+EHF+EURO+2020+Q+Phase+2

Málskjúttar:
Súna K. Hansen 6
Maria Halsdóttir Weyhe 5 (2)
Marianna Geirsdóttir Eystberg 4
Durita C. Jojic 2
Pernille Brandenburg 1
Kristianna Henneberg Joensen 1
Turið Arge Samuelsen 1