Mynd Vága kommuna

Gøtan niðan á Stóraklett liðug

15-12-2018 - 12:55 - Jóanis Albert Nielsen

Vaga.fo: Kommunan hevur latið gera gøtu niðan á Stóraklett. Seinasta hond verður nú løgd á hesa gøtu. Ljósini vera tendra í dag.

Tað eru Erhard Dam og Jógvan Heinesen, sum hava staðið fyri arbeiðinum. Eisini hava teir breiðka part av Traðarvegi og lagt leiðingar í økinum.