Gongutúrur við kirkjugongd á Slættanesi

mentan24-08-2017 - 17:07 - Jóanis Nielsen

Sunnudagin 27. august verður skipað fyri gongutúri á Slættanes, á Slættanesi verður guðstænasta í skúlanum har.

Visit Vagar skrivar:

Nú vit eru komin í góðan form eftir eitt gott summar fara vit hesaferð til gongu til Slættanes. Túrurin er langur, á leig 15 km tilsamans aftur og fram. Men har verður ein góður steðgur í Slættanesi við kirkjugongd. Vit byrja á Oyragjóv sunnudagin 27. august klokkan 09.00 og vantast kann at vit vera aftur á Oyragjógv klokkan 19.00-20.00.

Hetta er ein heldur strævin túrur, so ein matpakki hevði verið góður at havt við. Vit viðmæla at vera í góðum skóm, tí har kann vera bratt í støðum. Veðrið sær út til at vera gott sunnudagin. 4-5 m/sek yvirskýggja men turt og 10-12 gradir hitastig.

Leiðin gongur fram við bakkanum norð til Slættanes, men heim aftur ganga vit eitt meira hendingaríkan tein. Av Slættanesi fara vit fyrst eitt strekkið á gøtuna ið førir til hálsin á Sandavági, harfrá draga vit oman av til oyragjógv aftur soleiðis at vit enda har vit byrjaðu túrin.

Ókeypis fyri limir í gongufelagnum,
50 kr. fyri onnur.

Limagjaldið er 200 kr. fyri húskið.



********* S I G L I N G *********
Nú er møguligt at tegna seg til at sigla út/heim frá Slættanesi sunnudagin. Siglt verður av bæði Vestmanna og Oyragjógv til Slættanes. Kostnaðurin er 150kr hvønn vegin. Tilmeldingin til bátin er bindandi og má vera skriftligt á teldupost: vagar@visitvagar.fo. Tit mugu upplýsa eitt telefon nummar á teldupostinum og peningurin skal gjaldast á Konto í BankNordik: Reg. 6460 Account no. 0001592981 ella á kontórinum hjá okkum á flogvøllinum. Hetta fyri at tryggja tykkum pláss. Møguleiki kann vera fyri at gjalda við atløgu, men her fer báturin einans um nokk av fólki er tilstaðar at túrurin ber seg.