Gongur væl við forsøluni til Bátastevnuna

Mentan24-02-2020 - 06:51 - Jóanis Albert Nielsen

 Fyri góðum tveimum vikum síðani opnaði Bátastevnan í Vestmanna fyri søluni til bátar at bíleggja sær pláss við bryggjuna í Vestmanna, tað gingu ikki nógvir dagar áðrenn útselt var. Úr Vestmanna frætta vit, at tað eru útvið 100 bátapláss. Fyrireikarnir av Bátastevnuni royna nú at skaffa fleiri bátabrúgvar.

Í gjárskvøldið bar so til at bíleggja sær pláss til húsvognin, og fyrireikarnir siga at sølan gongur skjótt, og teir hava pláss til gott 100 húsvognar á økinum.

Í fjør vóru omanfyri 4000 fólk á Bátastevnuni í Vestmanna.