Vinnarar Lop, f.v. nr. 2 Hildigarð D. Hansen, nr 1 Berta Maria Nordendal og nr 3 Mona Østerø

Gongulagskapping fyri øll rossasløg

ítróttur19-11-2017 - 18:24 - Jóanis Nielsen

Føroya Ríðingafelag:

Fyrsta vetrarkappingin hjá reiðfólkunum var leygardagin, í Reiðhøllini hjá Føroya Ríðingarfelag.
Talan var um helst fyrstu gongulagskapping í Føroyum, har øll rossasløg fingu loyvið at luttaka.

Um 25 ross vóru við og hetta vóru fyrireikararnir vøl nøgdir við. Eisini var hugaligt at síggja ymisk rossasløg kappast, sjálvt um tað sjálvsagt í summum førum kann vera ringt at døma.

Kappast var eftir Cup skipani, t.v.s. at tvey og tvey dystaðust í einstøku gonguløgunum, har dómarinir so valdi tann við frægasta gongulagnum at koma víðari, til tað at enda bara var ein vinnari eftir.

Vinnnarir vóru hesir, Fet: Elisabeth Niclasen og Litbrá, Trav: Kristfríð D. Jacobsen og Bonita, Tølt: Óluva á Lofti og Vígdis og Lop: Bertha Maria Nordendal og Krapi.