Gongd komin so smátt á aftur hjá Giljanes bussum

Vinna05-06-2020 - 13:20 - Jóanis Albert Nielsen
Tá ið koronafarsóttin tók seg upp her um okkara leiðir, so minkaði virsemið niður í einki hjá Giljanes bussum sum Niels Olgar Joensen eigur og rekur. 

Niels Olgar sigur, at tað sá annars út til at tað skuldi blíva nógv at gera hjá Giljanes bussum í ár, og vóru bussarnir nógv umbidnir, men seinastu mánaðirnar hava avlýsingar omaná avlýsingar verið hjá teimum. 

Í fjør vóru fimm bussar í flotanum hjá Giljanes bussum, og var tað ov lítið. Tí avgjørdi Niels at bíleggja tveir bussar afturat, ein stóran og ein lítlan, tann lítlið er nú komin í flotan. Niels fekk strikað bíleggingina av tí stóra bussinum í evstu løtu. 

Niels sigur, at nú er so smátt gongd við at koma á aftur busskoyringina, og hava tey hjá Giljanes bussum pláss fyri yvir 200 ferðafólkum í teimum seks bussunum, sum nú eru í flotanum. 

Um onkur ynskir sær at bíleggja túr frá Giljanes bussum, so kunnu tey venda sær til á tlf. 219899 ella við at senda mail til giljanes@giljanes.fo.