Gomlu veðurstøðirnar eru nú tøkar á heimasíðu www.vedrid.fo

22-06-2018 - 11:53 - Jóanis Albert Nielsen

Tá veðurtænastan varð yvirtikin í 2009, vóru 4 veðurstøðir virknar og tá bar til, at fáa kunning um veðrið á støðunum um telefonsvarara, ið varð dagførdur 4 ferðir um samdøgrið.
Veðurstøðirnar vóru gamlar og slitnar og skjótt sást, at tær fóru ikki at halda leingi. Harafturat var trupult, at fáa fólk til viðlíkahald. Sum fráleið virkaðu støðirnar so illa, at tað var ógjørligt at hava allar virknar. Veðurstøðirnar í Havn og í Fugloy vóru virknar fram til 2017.
Í 2017, varð peningur játtaður til keyp av nýggjum veðurstøðum. Fýra nýggjar støðir eru nú virknar og kunnu síggjast á heimasíðuni www.vedrid.fo

Seinni í summar verða 2 støðir afturat settar til. Tær fara at vísa veðrið í Mykinesi og á Borðuni.
Á nýggju heimasíðuni, ber til at fáa veðrið í løtuni, men gjørligt er eisini at trýsta á “Veðurarkiv” og velja tíðarskeið. Tað ber eisini til, at fáa meira nágreiniligar upplýsingar fyri eitt ella tvey samdøgur.
Seinni fer eisini at bera til, at heinta upplýsingar á heimasíðuni, ið kunnu nýtast til gransking, skrivar Vørn.fo.