Góður vilji at loysa avbjóðingarnar

Politikkur06-04-2018 - 15:48 - Jóanis Albert Nielsen

Bæði Føroyar og Ísland vilja leggja nógv fyri at loysa tær afturvendandi avbjóðingarnar, sum eru í samvinnuni millum londini. Tað gjørdu Aksel V. Johannesen, løgmaður og Katrín Jakobsdóttir, íslendski forsætisráðharrin, greitt á fundi í Tinganesi seinnapartin.

Tað eru fleiri avbjóðingar í viðurskiftunum millum Føroyar og Ísland. Nýggja fiskivinnulóggávan hevur við sær, at Hoyvíkssáttmálin má broytast. Eisini eru avbjóðingar á fiskivinnuøkinum, har avmarkingarnar hjá føroyskum fiskiførum í sambandi við fiskiskap eftir lodnu í nógv ár hava elvt til ónøgd í Føroyum.

"Valla er nøkur tjóð so nær skyld íslendingum, sum hin føroyska. Mál, mentan og søga okkara er samantvinnað, og lívstreytir okkara í norðurhøvum líkjast nógv. Føroyar og Ísland eru brøðratjóðir. Tí hevur stóran týdning, at vit loysa tær avbjóðingar, ið stinga seg upp. Mín varhugi eftir fundin er, at vit eru í einari skilagóðari tilgongd," sigur Aksel V. Johannesen, løgmaður.