Góður fundur við Helga Abrahamsen, landsstýrismann

Politikkur25-10-2019 - 07:58 - Jóanis Albert Nielsen

Á fundi mikudagin 22. oktober vísti Heimafriður landstýrismanninum í Umhvørvis- og Vinnumálum, Helga Abrahamsen, á tríggjar akuttar loysnir og sjey varandi loysnir til tálman av larmi frá skipum.

Felagið legði dent á, at hesin trupulleikin kann loysast til fyrimun fyri allar partar. Felagið vísti m.a. á, at landstreymur bæði er ein upplagdur og gyltur møguleiki hjá bæði kommunum og landi til at loysa fleiri avbjóðingar í einum. Harafturat eru loysnirnar eisini í tráð við Paríssáttmálan, Visión 2030, og tilmælir frá IMO um at minka um vakstrarhúsgass.

Heimafriður legði dent á, at tørvur er bæði á akuttum og varandi loysnum, og legði fram tríggjar akuttar loysnir og sjey varandi loysnir fyri landstýrismanninum.

Umboða vinnuna

Eisini gjørdi felagið vart við, at at felgið má vera umboðað á fundum millum landstýrismannin og borgarstjórarnar um hetta málið, tí felagið metir ikki, at borgarstjórarnir umboða borgararnar.

Heimafriður