Góður fjalldagur í Háls

mentan12-10-2017 - 12:01 - Jóanis Nielsen

 Sandavágsmenn eru í dag á fjalli í Háls, dagurin hevur bara roynst væl higartil, teir komu í rætt fyri løtu síðan.

Tey flestu fjøllini eru nú gingin, tó eru nøkur klippingafjøll eftir at ganga.

Vit tóku nakrar myndir tá ið teir komu í rætt.