Góður eplavøkstur

mentan12-09-2017 - 22:17 - Jóanis Nielsen

 Nú er tíðin komin tá ið eplini skulu takast upp. Sagt verður frá góðum eplavøkstri - veðrið hevur verið gott í summar, so roknað verður við, at eplavøksturin eisini er góður.

Hjá hesum, sum vit hava tikið myndir av - verður mett at hann fær 15 fold. Hann hevur velt beint omanfyri Fløttoyruna í Sandavági - har er rein sandmold.