Góðu tíðirnar eiga at dryppa á okkum øll

17-01-2020 - 20:48 - Jóanis Albert Nielsen

Starvsmannafelagið: Seinastu árini hevur tann stóri yrkisbólkur, ið limirnir í Starvsmannafelagnum umboða verið fyri vanbýti. Hetta vísur eitt nú greining frá danska tjóðbankanum greitt og tíðiliga.

Síðani oktober hava Starvsmannafelagið og Lønardeildin í Fíggjarmálaráðnum samráðast um nýggjan lønarsáttmála. Nú miðskeiðis í januar er ikki komið á mál enn, og í dag varð semingsstovnurin boðsendur. Hetta ber boð um, at samráðingarnar hava verið trekar. Hetta ber eisini boð um, at Starvsmannafelagið er um at vera fyri vanbýti

Vøkstur – men fyri vanbýti

Í novembur í fjør gav danski tjóðbankin greining út, sum vísir, at seinastu 6-7 árini, hevur reallønarvøksturin í Føroyum verið um 20%. Hetta kann umroknast til ein árligan vøkstur, og tann umrokningin vísir, at í Føroyum hava løntakarar hvørt ár hetta tíðarskeiðið fingið ein reallønarvøkstur, ið er umleið 2,6%.

4,5% resta í

Lat tað vera púra greitt, at Starvsmannafelagið unnar øllum sera væl hesa lønarhækking. Starvsmannafelagið kundi tó ynskt, at almenni myndugleikin eisini unnaði limunum í Starvsmannafelagnum somu ágóðar. Reallønarvøksturin hjá limum í Starvsmannafelagnum hevur nevniliga bert verið um 2,0% árliga sama tíðarskeið. Og fyri, at limirnir í Starvsmannafelagið skulu koma upp á sama støði, sum restin av løntakarunum vanta 4,5% í yvir sama tíðarskeiði, t.v.s. 6-7 ár.

Soleiðis metir Starvsmannafelagið tað ikki vera meira enn rímiligt, at limir felagsins nú fáa eina nøktandi lønarhækkan.

Nú er okkara túrur

Aðrir samfelagsbólkar hava fingið góða lønarhækkan frá sitandi landsstýri og tað skal eisini vera teimum sera væl unt. Eitt nú kann nevnast, at ein stakur pensjónistur, ið fær útgjald frá egnari pensjón á kr. 400.000 árliga, fær ein eyka lætta frá landsstýrinum á kr. 2.079 mánaðarliga. Tað, Starvsmannafelagið kundi ynskt var, at landsins myndugleiki hugdi eftir limunum hjá Starvsmannafelagnum við somu vælvild og ikki valdi at revsa limir felagsins, við at nokta teimum eina rímiliga og nøktandi lønarhækkan. Nú er okkara túrur.

Ein íløga í búskaparvøkstur

Tá ið sagt verður, at Starvsmannafelagið hevur verið fyri vanbýti, er tað kanska onkur, ið hugsar: “Jamen, hvat so? Hetta eru bara tey alment settu í Havn, sum als einki gera til nyttu!”.

Vit mugu minnast til, at kring alt landið og úr øllum landinum er hópur av starvsfólkum, hvørs dagliga starv hevur til endamáls at tæna, hjálpa og stuðla øðrum borgarum í landinum. Stendur lønin hjá hesum fólkum ikki mát við lønarlagið hjá øðrum, er hendan tænasta lítið hugalig og starvsfólkini fara at leita aðrar leiðir, og hetta fer at ganga nógv út yvir tænastustigið til vanliga borgaran.

Vit eru øll samd um, at vinnulívið í Føroyum er sera týdningarmikið fyri búskapin. Tí er tað av týdningi, at vinnulívið hevur bestu umstøður at kappast, soleiðis at útflutiningurin av vørum ikki verður raktur av vantandi kappingarføri. Her er vert at leggja til merkis, at mátað sum % av bruttotjóðarúrtøkuni BTÚ, er vanlig privatnýtsla eins týdningarmikil fyri føroyska búskapin sum útflutningurin. At vanligi føroyingurin gevast at keypa vørur og tænastu er tí eins stórt vandamál fyri føroyska búskapin, sum at útflutningurin lækkar.

Limir Starvsmannafelagsins hava eitt lønarlag, sum er á miðal stigi í føroyskum høpi. Hetta lønarstigið merkir, at so at siga øll inntøka fer út aftur í samfelagið í nýtslu til vørur og tænastu.

Ein lønarhækking til limir Starvmannafelagsins kemur tí búskapinum, samfelagum og soleiðis okkum øllum til góðar. Ein lønarhækking til henda skaran er tí ein íløga í framhaldandi búskaparvøkstur í Føroyum.