Góðir lýsingarmøguleikar á flogvøllinum

Lýsing26-06-2019 - 20:09 - Jóanis Albert Nielsen

Vága Floghavn hevur fingið nýggjar lýsingarskermar í terminalin. Talan er um ein videovegg og 13 skermar, ið eru uppsettir í viðførishøllini, komu- & fráfaringahøllini og við innskrivingardiskinum á flogvøllinum. Skermarnir eru digitalir, og tí er lætt at skifta ímillum lýsingar um tað ynskist.

Marknaður

Hetta er ein sera góður møguleiki hjá fyritøkum at vísa sítt virksemi, tí væntandi eru omanfyri 400.000 fólk sum ferðast um flogvøllin í 2019, umframt øll tey sum koma at bjóða ferðandi vælkomnum ella siga farvæl, sum síggja tykkara lýsing.

Umsiting

Sum viðskiftafólk fært tú nú møguleikan sjálv/ur at bóka hvart tú ynskir tína lýsing vísta og hvussu leingi. Avsláttur verður latin eftir tali av skermum, umframt tíðarskeiðið.

Kostnaður og aðrar treytir ber til at lesa meira um við at fara inn á heimasíðuna www.faelysing.fo