Góði Sverri

ítróttur30-07-2021 - 15:55 - Jóanis Nielsen

Vága kommuna:Tað er ringt at seta seg í tína støðu, tí tað eru fá í heiminum ið hava hegni og vilja at koma í ta støðu, at rógva eina finalu í OL.

At tað ikki lukkaðist at uppnáða tí málið tú hevði sett tær, tað harmast vit um.

Men eitt skal man ikki gloyma, tú savnaði eina heila bygd, kommunu, oyggj og tjóð, sum øll er ótrúliga errin av tær og øllum tínum stóru avrikum.

Tað var ein deilig kensla at hoyra øll sum vóru komin saman, og viðurkennandi klappa fyri tær tá róðurin var lokin, tí øll vistu at tú gav tað tú hevði.

Eisini vilja vit takka Miðvágs Róðrarfelag fyri at skipa eitt fyrimyndarligt kvøld, har stoltleikin lýsti úr teimum øllum ið hava rigga til.

Um tøkini framyvir verða í single sculler, ella annað á lívsins leið, so vilja vit ynskja tær alt tað besta.

Vegna Vága kommunu

Bjarni Prior

borgarstjóri