Góð vekt - flettu veðrar leygarkvøldið

mentan25-09-2017 - 11:42 - Jóanis Nielsen

Tað sær út til at seyðurin fer at roynast væl í ár.

Leygarkvøldið vóru 5 veðrar flettir, sum høvdu gingið á eini trøð Úti á Bakka í Sandavági, vektin var óføra góð teir vigaðu 62, 64, 69, 70, 70 pund.