Góð ráð í sambandi við valplakatir

Politikkur11-05-2019 - 09:35 - Jóanis Albert Nielsen

Í ár skulu føroyingar á val heilar tvær ferðir. Veljast skulu nevniliga umboð til bæði Fólkating og Løgting.

Í vikuni skrivaði danski forsætisráðharrin, Lars Løkke Rasmussen, út Fólkatingsval at vera mikudagin 5. juni 2019.

Valfepurin er longu byrjaður og politisku flokkarnir brynja seg til valstríðið.

Valstríð og valplakatir hanga nátúrliga saman og næstu tíðina verða væntandi hópin av andlitsmyndum at síggja á alskyns støðum í almenna rúminum, við áheitan um at velja júst seg.

Við øllum góðynskjum um eitt gott val til tín, sum bjóðar teg fram á politiska vígvøllinum, koma her nøkur góð ferðsluráð um trygga staðseting av valplakatum:

  • Valplakatirnar muguikkivera til ampa fyri ferðsluna, órógva útsýnisviðurskiftini á vegnum, ella fjala ferðsluskelti.
  • Valplakatir eigaikkiat verða settar í rundkoyringum og ferðsluoyggjum.
  • Heingiðikkivalplakatir á steyrar við ferðsluskeltum, ella aðrari góðkendari ferðslumerking.
  • Valplakatir kunnu heingjast á lyktasteyrar, ella annan útbúnað, sum er gjørdur til endamálið.
  • Heingið valplakatirnar minst 2,3 m yvir gongu- ella súkklubreyt og minst 0,5m frá vegjaðara.
  • Festið plakatirnar forsvarliga á vegurdyggar plátur og á ein slíkan hátt, at tær ikki gera skaða á lyktasteyrar, garðar o.a.

Sí eisini vegleiðing til uppseting av valplakatum við landsveg á heimasíðuni hjá Landsverk:http://www.landsverk.fo/Admin/Public/DWSDownload.aspx?File=%2fFiles%2fFiles%2fUtgavur%2fValplakatir_faldari+A4.pdf

Tórshavn, 10. maj 2019

Ráðið fyri Ferðslutrygd, Kommunufelagið, Landsverk og Føroya Politi