Góð avrik í badmintonhøllini týsdagin

ítróttur28-06-2017 - 07:51 - Jóanis Albert Nielsen

Einstaklingakappingin hjá badmintonleikarunum byrjaði í gjár, og hava okkara leikarir spælt innleiðandi dystirnar í einmans-, tvímans- og blandaðan tvímansleiki.

Rógvi Poulsen tapti tíverri fyrsta innleiðandi dystin, tá hann møtti einum sterkum leikara frá Guernsey. Sissal Thomsen, sum fyri fyrstu ferð er við á oyggjaleikunum, vann fyrsta dystin. Í næsta dystinum mátti hon tíverri lúta fyri sterkasta spælaranum hjá Guernsey, sum hon tapti 2-0.

Rannvá Djurhuus Carlsson, Kristina Eriksen og Gunnva Jacobsen hava spælt seg víðari í einmansleiki. Tær vunnu trygt innleiðandi dystirnar.

Somuleiðis spældu Bartal Poulsen, Niclas Eysturoy og Magnus Dal-Chritiansen seg trygt víðari í einmansleiki.

Í tvímansleiki hjá kvinnum hava Sissal Thomsen/Sólfríð Hjørleifsdóttir og Kristina Eriksen/Gunnva Jacobsen spælt seg víðari.

Somuleiðis hava Rógvi Poulsen/Hilmar Kass og Magnus Dal-Christiansen/Bartal Poulsen spælt seg víðari í tvímansleiki hjá monnunum.

Í blandaðum tvímansleiki eru Føroyar sera væl umboðaðar. Gunnva Jacobsen/Magnus Dal-Christiansen og Sólfríð Hjørleifsdóttir/Hilmar Kass spældu seg víðari í gjár. Rannvá Djurhuss Carlsson/Niclas Eysturoy spæla fyrsta dystin í blandaðum tvímansleiki í morgin, tí at tey sótu yvir í dag.

Alt í alt ein sera góður dagur í badmintonhøllini - spennandi verður at fylgja við í morgin.

Til ber at fylgja við á facebook-síðuni hjá Badmintonsambandinum, har fleiri dystir verða sendir beinleiðis.