
Góð 400 tons av gulllaksi landað á Kósini í dag
vinna20-04-2017 - 16:56 - Jóanis Nielsen
Tíðliga í morgun komu Polarhav og Stjørnan á Klaksvík við 210 tonsum av gulllaksi, sum varð landaður á Kósini.
Seinnapartin komu Vestmenningur og Skoraberg eisini við 200 tonsum, sum teir landa á Kósini.
Veiðan verður øll koyrd við bili til Leirvíkar, har tað verður arbeitt á Tavuni.
Øll skipini fara nýggjan túr í kvøld.