Mynd: Landsverk

Glasir heldur næmingar á bygd fyri gjøldur

22-03-2019 - 08:29 - Jóanis Albert Nielsen

Tað hendir seg ferð eftir ferð at skúlin avlýsur undirvísingina aftaná at næmingarnir eru komnir í skúla

Tá tú skalt frá Sørvági til Glasir, koyrir bussurin kl. 06.45, so allar fráboðanir um avlýsingar eiga sjálvandi at koma áðrenn kl. 06.45, í tann mun tað er møguligt.

Men oftast hoyrist einki frá skúlanum fyrr enn kl. 07.30 - 08.00, tá næmingarnir longu eru komnir til Havnar. Tað er sjálvandi fínt fyri tey sum búgva í Havn, men tað kann ikki brúkast til nógv hjá teimum sum koma av bygd

Í dag ringdi sonurin til skúlan fyri at vita um skúlin var avlýstur. Hann fekk at vita at nærri boð koma klokkan 07.30 - altso aftaná at næmingarnir frá bygd longu eru komnir minst hálvan vegin til Havnar. Eg vildi hildi at ein avlýsing er SERLIGA viðkomandi fyri tey sum skulu allan vegin frá Sørvági til Havnar og tá nyttar einki at ein møgulig avlýsing kemur aftaná næmingarnar eru komnir til Havnar!

Tá teir so eru komnir til Havnar í morgun er fyrst blokkurin avlýstur, tí lærarin heldur ikki at tað er ráðiligt hjá honum at koyra til Havnar. Hví sigur lærarin ikki frá áðrenn, soleiðis at næmingarnir hjá honum ikki stríða seg til Havnar til onga nyttu í óveðrinum? Lærarin mátti vita at hann ikki fór at møta áðrenn klokkan var blivin 07.50 og næmingarnir longu eru í Havn

Hettar er ikki bara tá tað er óveður, men eisini tá lærari er sjúkur, sjúkrameldaður (sum skúlin veit um) ella burtur av aðrari orsøk

Tað er hent meir enn einaferð at sonurin fer í bussin kl. 06.45 og fær at vita tá hann er komin til skúlan at undirvísingin er avlýst. So tekur hann bussin vestur aftur kl. 09.15 og er so í Sørvági aftur kl. 10.15. Altso hann hevur brúkt 3½ tíma uppá at fara til Havnar, fyri at fáa at vita at hann kann fara til hús aftur. Hattar høvdu vaksin fólk ikki góðtikið av sínum arbeiðsgevara!

Eg haldi at hattar er manglandi respekt fyri okkara ungdómi og at handan skipanin krevur stórar ábøtur!

Skrivar Limberg Michelsen á Facebook.