Gjaldsskipan ella peningin í hondina

Politikkur16-07-2019 - 09:39 - Jóanis Albert Nielsen

Er tíðin ikki komin til, at vegskatturin verður avtikin og brúkaragjald verður sett á ístaðin? So at tann, sum brúkar eina tænastuna, skal rinda fyri hana og ikki tann, sum ikki ger brúk av henni.

Nevnast kann, at øll í Føroyum rinda eins vegskatt. Ein munur er, alt eftir vektini á bilinum og CO2 útlátinum. Her burdi tað verið soleiðis, at tann sum koyrir nógv, skal rinda munandi meira fyri slit av vegakervinum. Tí burdi brúkaragjald verði sett uppá brennstoffið. Hetta vildi eisini gjørt tað, at útlendingar, sum í dag ikki gjalda nakað, vildu eisini verið við at rinda fyri slit av vegakervinum. Tað gevur ikki meining, at tann, sum býr á eini útoyggj, skal rinda eins nógv, sum tann, sum býr á meginøkinum og koyrir langt hvønn dag. Tað kann ikki vera rætt, at ein, pensjónistur, sum koyrir sær ein lítlan biltúr, skal rinda eins nógv og hýrivognskoyrarin, sum koyrir 24 tímar um døgnið. Eg haldi, at tann, sum brúkar eina tænastu, skal rinda fyri hana og ikki tann, sum ikki ger brúk av henni. Hetta vil eg arbeiða fyri. 
X við Jonhard Danielsen 
Valevni Fólkafloksins