Gjald skal eggja til meirgóðsking

Politikkur19-11-2017 - 11:04 - Jóanis Albert Nielsen

Viðmerking til grein hjá Pól Huus Sólstein, “Hjálp, eg eri hvørki frøðingur ella tónaskald”:

http://www.vp.fo/news-detail/news/news/detail/hjalp-eg-eri-hvoerki-froedingur-ella-tonaskald/

Góði Pól, tað fer altíð at loysa seg væl at meirgóðska fiskin. Tú tekur bert støði í avreiðingarvirðinum, og tí kemur tú til eina skeiva niðurstøðu.

Tað er rætt, at tá prosentsatsurin fyri veiðigjaldið, sum síðani verður umroknaður til kilogjald í krónum, verður roknaður út, er tað við støði í miðalavreiðingarprísinum fyri tann einstaka veiðigjaldsbólkin.

Men veiðigjaldið fyri tí einstøku laningina tekur ikki støði í avreiðingarvirðinum, men í avlopinum, t.e tað sum eftir er, tá allar rakstrarútreiðslur íroknað hýrur eru trektar frá umframt 10 prosent í avskrivingum og eitt normalavkast á 10 prosent.

Júst tað, at hýrurnar verða trektar frá, hevur sera stóran týdning fyri fabriksskipini, tí lønarparturin av framleiðslukostnaðinum er so stórur umborð á hesum skipum samanborið við virki á landi, sum hava sama slag framleiðslu.

Tað er bara, um tú kanst argumentera fyri, at normalavkastið í prosentum av umsetninginum er størri hjá fabriksskipum samanborið við skip, ið bert avreiða rundan fisk, at tú kanst siga, at fabriksskipini lyfta útrokningargrundarlagið uppeftir.

Mær vitandi er normalavkastið ikki størri hjá fabriksskipunum enn hjá øðrum skipabólkum. Tað er helst skiftandi, hvussu tað er við tí, onkuntíð er tað kanska størri. Men tað broytir tó ikki, at tað altíð fer at loysa seg at meirgóðska umborð.

Øll skip í sama veiðigjaldsbólki gjalda jú sama krónutal fyri kilo í veiðigjaldi. Tú hevur eitt dømi um eina góðskaða sild fyri 6 krónur kilo og eina ógóðskaða sild fyri 2,80 krónur kilo. Um veiðigjaldið til dømis er 1 króna kilo, ja so rindar tann ógóðskaða sildin 1/2,80 x 100 = 35,7 prosent í veiðigjaldi, meðan tann góðskaða rindar 1/6 x 100 = 16,7 prosent í veiðigjaldi.

So tað er eyðsæð, at meirgóðsking ongantíð verður revsað í veiðigjaldinum. Tvørturímóti eggjar veiðigjaldið til meirgóðsking, og tað er júst ætlanin.

Nú fer uppskotið um veiðigjaldið at verða viðgjørt niður í smálutir í vinnunevndini, har vinnuaktørarnir eisini fara at geva sítt íkast, bæði við hoyringssvarum og sum innkallaðir av nevndini.

Vit hava eisini títt almenna íkast in mente. Og vísir tað seg, at okkurt er, sum fær ótilætlaðar avleiðingar, so verða vit sjálvsagt fús at taka tað til eftirtektar og rætta uppskotið til eftir tí.

Ingolf S. Olsen
Tjóðveldi, framsøgumaður í fiskivinnumálum