Gitte Henning verður smíðað í Bilbao - myndir

myndir14-02-2021 - 18:00 - Jóanis Nielsen

 Nýggja danska uppisjóarskipið - Gitte Henning - verður smíðað á Zamakona Astillero - skipasmiðjuni í Bilbao.

Gitte Henning kemur at teljast millum tey størstu fiskiskipini í danska flotanum, um ikki tað størsta.

Dann Johansen hevur sent okkum myndirnar, Dann arbeiðir hjá Johnson Controls, sum selir køli- og frystiútgerð o.a. til fiskiskip, harímillum eisini til føroysk skip.

Sum sæst á myndunum, so er nógv eftir at gera, men tað gongur við fúkandi ferð sigur Dann Johansen.