Gitte Henning skal landa svartkjaft á Fáskrúðsfirði

vinna05-06-2020 - 12:56 - Jóanis Nielsen

 Tvey føroysk skip eru ávegis til Fáskrúðsfjarðar at landa svartkjaft, vit skrivaðu í gjár um Arctic Voyager, teir verða á Fáskrúðsfirði seinni í dag - Sí HER.

Gitte Henning er eisini ávegis til Fáskrúðsfjarðar, teir verða inni fyrrapartin í morgin og sleppa framat at landa aftaná Arctic Voyager, Gitte Henning hevur 2.100 tons.

Gitte Henning fer ikki aftur á svartkjaftaveiðu nú, men fara at rigga til at fara á makrelveiðu.