Mynd: Peter J. Anderson.

Gitte Henning kom til Skagen á middegi

vinna12-05-2018 - 14:49 - Jóanis Nielsen

Nýggjasta skipið í danska flotanum - GITTE HENNING - kom til Skagen um middagin.

Skipið er bygt í Norra, Gitte Henning er 90 metrar langt og 18 metrar breitt.

Gamla Gitte Henning er nú heimahoyrandi í Neskaupstaði í Íslandi við navninum Beitir, Beitir var á Havnini í gjár, men er í løtuni staddur vestur úr Suðuroy, har teir fiska svartkjaft.