Gitte Henning kemur á Tvøroyri tíðliga í morgin

vinna10-01-2020 - 22:03 - Jóanis Nielsen

 Gitte Henning kemur á Tvøroyri tíðliga í morgin við 1.500 tonsum av makreli, sum teir hava fiskað í ES-sjógvi tætt norður úr Hetlandi, tað er góð stødd á makrelinum góð 400 gramm í snitt.

Vit á JN.fo tosaðu umborð fyri løtu síðan, tað er nógvur vindur á leiðini, men skipið er gott at sigla við, sjálvt um tað er nógvur vindur inn á síðuna.

Gitte Henning sleppir framat at landa leygarkvøldið, Jupiter landar í løtuni, teir verða liðnir leygarkvøldið.