Gitte Henning 1 eitur nú Gøtunes

Vinna26-06-2020 - 22:18 - Jóanis Albert Nielsen

Til aðalfundin hjá P/F Varðanum í dag, bleiv navnaskiftið á einum av skipunum hjá reiðaríðnum avdúkað. Tá Tróndur í Gøtu fekk gearskaða fyri góðum ári síðan, og veitingartíðin fyri nýtt gear var útvið eitt ár, gjørdi reiðaríið Varðin avtalu við reiðaríið hjá Gitte Henning I um at keypa skipið. Í yvirtøkuni av Gitte Henning I varð avtala gjørd um at varveita navnið fram til 1.august 2020. Í dag hevur skipið Gitte Henning I fingið navnið Gøtunes.

Gøtunes er nesið við norðara munnan av Gøtuvík.