Giljanes-bussar hevur keypt ein nýggjan GRØNA

vinna14-07-2020 - 18:51 - Jóanis Albert Nielsen
Herfyri boðaði Kaj Egon Fagraberg frá at "GRØNI" bussur hevði tænt fyri seg, og bleiv koyrdur vekk.

Í dag hevur Giljanes Bussar við Niels Olgar Joensen fingið ein nýggjan "Grøna" buss vestur. Niels sigur, at hann hevur keypt "Grøna" vestur til m.a. at koyra náttarkoyring. Tað verður framvegis Kaj Egon, sum kemur at koyra "Grøna".

Niels sigur, at sum støðan er í løtuni viðv. korona, so vil hann ikki byrja koyringina alment, men tað ber til at leiga túrar til Havnar. Hann væntar at koyringin verður tikin alment í brúk í september.

Bussurin hevur eisini lyft, so hann kann eisini brúkast til rullustóla-brúkarar, og illa gongd fólk.

Giljanes bussar hevur nú 7 bussar í flotanum.