Gevur 746 milliónir at byggja dómkirkjuna uppaftur

top16-04-2019 - 07:53 - Jóanis Albert Nielsen

Franski ríkmaðurin Fraçois-Henrii Pinault segði í gjárskvøldið at hann og pápin stóðu klárir at geva Notre Dame dómkirkjuni 100 milliónir euro, sum svarar til meira enn 746 í okkara peningi.

56-ára gamli François-Henri Pinault er stjóri í fyritøkuni Kering Group, sum m.a. eigur merkini Gucci, Yves Saint Laurent og Alexander McQueen.

François-Henri Pinault er sonur François Pinault, sum stovnaði fyritøkuna. François Pinault er 23. ríkasti persónur í heiminum, og næstríkast í Frankaríki.