Petur Petersen fremst á myndini t.h. bróðir hansara Leif Petersen. Mynd: Dagbjørn Hansen.

Gevst sum røktingarmaður

mentan14-12-2018 - 09:15 - Jóanis Nielsen

Petur Petersen var í gjár á Oknadali við veðragjólingum, Oknadalur ein ein av steigahøgunum í Sandavági.

Petur hevur røktað á Oknadali í 25 ár, men nú ætlar hann sær at gevast. Petur er tó væl fyri, hann fyllir 75 ár 13 januar komandi ár. Petur byrjaði at røkta á Oknadali 19. februar í 1994, tá var tað saman við navnframa sandavágsmanninum Niels Marius Petersen, tey seinastu árini hava tað verið Petur og Dagbjørn Hansum, sum hava røktað Oknadal.