Gera Bíbliuna meiri kenda við nýggjari app

mentan20-10-2018 - 09:56 - Jóanis Nielsen
Fólkakirkjan skrivar:
TØKNI:Tað er ikki á hvørjum degi, at tann nýggja tøknin verður tikin í nýtslu fyri at breiða út boðskapin í Bíbliuni – á føroyskum máli, væl at merkja.

Vit hava í dag Bíbliuna bæði sum bók, á fløgum, filmi og aðrastaðni við. Men ber til røkka longur út við Bíbliuni? Og ja, - hvussu fær ein fatur á nútíðar føroyinginum anno Domino 2018?

Hetta var nakað av tí, sum lá til grund fyri eini verkætlan hjá trimum næmingum í 9. flokki. Tær tríggjar genturnar úr Fuglafirði - Katrina Vang, Anne-Lise Kærsgård og Bodil á Boðanesi – høvdu fríggjadagin 12. oktober eina framløgu av hesum nýbrotinum.

Tær hava stutt sagt gjørt – ella rættari sagt: eru av álvara byrjaðar at gera eina bíbliulesi-app á føroyskum.

Ein slík app er í roynd og veru ein ljóðbók, har ein millum annað kann hoyra brot lisið úr Nýggja Sáttmálanum, sum serliga er ætlaður ungum og teimum, sum ikki eru so væl kend við bíbilsku frásagnirnar.

Umframt hetta ber somuleiðis til at fáa eitt bíbliuorð til dagin inn á telefonina. Appin eitur FSH, ið er ein stytting av tríeindini - Faðir, Sonur og Heilagur Andi.

17 TÍMAR
Á framløguni fríggjadagin í farnu viku var aðalskrivarin hjá Bíbliufelagnum, Gunnar K. Nattestad millum áhoyrararnar. Og hann var sera nøgdur við hesa ætlan.

- Appin er snotulig og løtt at brúka, og við eini QR-kotu ber til at taka mynd av kotuni, og síðan verður appin lastað niður av netinum, greiðir Gunnar frá.

Upplesturin av bíbilska tekstinum hava tær sjálvar upptikið, og hava fingið eina gentu og ein drong á skúlanum at lesa. Aðrir næmingar og lærarar hava haraftrat hjálpt til við framleiðslu og upptøkum.

Til verkætlanina sjálva vóru bert nøkur brot úr Nýggja Sáttmálanum upptikin, tí í alt tekur tað umleið 17 tímar at taka alt upp. Men møguleiki er at taka alt upp og leggja aftrat seinni.

- Hinvegin inniheldur henda app’in bert trý stutt brot frá Nýggja Sáttmálanum. Hetta er tí bert ein roynd, sum skal vísa at tað ber til, slær Gunnar Nattestad fast.

EIN STÓR HJÁLP
Tær tríggjar, Katrina, Anne-Lise og Bodil siga, at orsøkin til at tær fóru í holt við appina, var, at tær ynsktu at hjálpa fólki at læra Bíbliuna og Gud betur at kenna.

- Umframt er hetta eisini ein stór hjálp hjá teimum sum eru blind, orðblind, ella ikki orka so væl at lesa. Fleiri hava eisini sagt, at tey kundu hugsað sær at lurta, meðan tey koyra bil, varð upplýst.

Tær tríggjar gjørdu somuleiðis eina kanning av lesivanunum hjá næmingunum í Fuglafjarðar skúla. Kanningin vísti, m.a. at 67,5 % av næmingunum ynsktu at fáa eina app við upplestri av Bíbliuni, og at 52 % av næmingunum lesa í Bíbliuni meira og minni.

- Vit í Bíbliufelagnum halda, at henda ætlanin er sera góð og spennandi, og avgjørd áhugaverd at hyggja nærri eftir. Okkara ynski er, at Nýggi Sáttmálin verður atkomiligur sum tala, men júst, hvussu tað skal gerast, er ikki greitt enn.

- Men vit arbeiða við at kanna, hvussu hetta kann gerast, og hvat ið krevst fyri at gera ein heila app til hetta, vísir Gunnar K. Nattestad á.