Georg L. Petersen nýggjur tíðindaleiðari í KvF

mentan14-05-2019 - 12:03 - Jóanis Nielsen

Georg L. Petersen, sum í fleiri ár hevur verið redaktørur á Degi & viku og kjaksendinum, er settur sum tíðindaleiðari í Kringvarpi Føroya.

Georg L. Petersen hevur drúgvar royndir í miðlaheiminum. Hann hevur starvast sum ábyrgdarblaðstjóri og blaðstjóri á Dimmalætting og sum tíðindaleiðari í SVF.

Georg er útbúgvin Cand.public, sum er ein kandidatútbúgving innan journalistikk, frá Lærda Háskúlanum í Aarhus. Hann hevur eisini lokið journalistútbúgvingina á Journalistháskúlanum í Aarhus.

Georg tekur við sum tíðindaleiðari eftir Heina Gaard, sum hevur verið virkandi tíðindaleiðari. Georg L. Petersen tekur við starvinum beinanvegin. Tríggjar umsóknir vóru til starvið, tað skrivar KVF.