Genturnar vunnu á Noregi

ítróttur15-10-2019 - 14:39 - Jóanis Nielsen

Flogbóltur: Føroysku U17 genturnar stóðu fyri einum fantastiskum come-back í dag í móti Noregi. Aftanfyri 0-2 vendu tær til 3-2 og harvið bólkasigur og eru nú beinleiðis í hálvfinaluni


Talan var um liðavrik, men skulu tvær takast fram, eru tað Eva Gunn Niclasen og Malan Maria í Haraldstovu Weihe. Tær eru rættiliga komnar fyri seg, og vóru avgerandi í dag.

Genturnar spæla hálvfinalu í morgin kl. 18.00