Fegnar U19-gentur, eftir at hava vunnið sannførandi á Moldova - Mynd: Malena Josephsen.

Gentur U19: Vunnu greitt á Moldova

ítróttur23-10-2017 - 09:00 - Jóanis Nielsen

 Føroyska U19-landsliðið við gentum vann seinasta dystin í innleiðandi EM-undankappingini. Úrslitið ímóti Moldova gjørdist ein greiður 4-0 sigur til Føroyar.

 Nógv gott var at síggja í hesum dystinum. Vit lata einki mál inn, og skora fýra ferðir. Í fyrra hálvleiki fekk Moldova brotsspark, men Randi í málinum bjargaði meistaraliga. So avrikið var væl og virðiliga góðtikið, sigur ein fegin John Petersen, venjari hjá U19-gentunum.

 

Eftir tvey stórtap fyri ávikavist Fraklandi og Italia, bragdaði hjá føroyska U19-landsliðnum við gentum, tá triðji og seinasti dystur í innleiðandi EM-undankappingini var á skránni. Mótstøðuliðið var Moldova, og úrslitið gjørdist 4-0 til Føroyar.

 

Í steðginum stóð á jøvnum 0-0, men tríggjar minuttir eftir hvíldina legði Sarita Maria Mittfoss Føroyar á odda, og lítla løtu seinni var Sarita aftur upp á spæl, og økti til 2-0. Føroyska liðið sat á øllum hesa løtuna, og tá lítil tími var farin skoraði Lea Hansen til 3-0. Fjórða málið gjørdi Rebekka Fjallsá Benbakoura tá fimm minuttir vóru eftir at spæla.

 

- Vit vóru klárt betra liðið, men gera ikki arbeiðið nóg væl í fyrra hálvleiki. Í seinna hálvleiki seta vit eini 20 prosent á afturat, og tá koma málini, og vit vinna sannførandi. Eftir tvey stórtap, eri eg sera fegin um, at genturnar vísa mentala styrki og vísa, hvør dugur er í teimum, so nú njota vit sigurin á heimferðini, sigur John Petersen við heimasíðuna hjá FSF.

 

Endaliga støðan í bólkinum gjørdist, at Frakland fekk 9 stig, Italia 6, Føroyar 3 stig, meðan Moldova endaði aftast við ongum stigi. Føroyska ferðalagið verður aftur á klettunum seinnapartin mánadagin.

 

FØROYAR

1. Randi á Bergi (GK), 2. Rebekka E. Danielsen, 4. Nadja Dam Johannesen, 6. Rebekka F. benbakoura, 7. Tórunn Joensen, 8. Sarita Maria Mittfoss, 9. Evy á Lakjuni (C) (16. Poula Andreasen, 75’), 10. Tóra Mohr (17. Hansina Ronaldsdóttir, 83’), 11. Lea Hansen (5. Ninna Hansen, 86’), 14. Rebekka Katrine Klein Olsen og 15. Sara Samson Lamhauge.

 

Eykaspælarar

12. Andrea S. Snedker Hoydal (GK), 13. Oddny Lind Jacobsen, 18. Julia Naomi Mortensen.

 

Venjari

John Petersen

 

Føroyska liðið, ið byrjaði á vøllinum ímóti Moldova - Mynd: Malena Josephsen