Gekk betur enn vit tordu at trúgva

mentan04-03-2018 - 09:12 - Jóanis Nielsen

Tíðindastubbi

-Gekk betur enn vit tordu at trúgva

- Arbeiðið at fáa nýggja missiónshúsið liðugt gekk betur, enn vit tordu at trúgva, sigur Rósing Thomsen, formaður fyri missiónshúsið á Strondum.
- Ja, vit í leiðsluni fyri húsið undrast og eru sera takksom fyri tað stóra sjálvbodna arbeiðið, sum er gjørt og fyri tær mongu og stóru gávur, sum húsið hevur fingið.
- Tað hevur verið undrunarvert at verið við í hesum arbeiði og sæð, hvussu Gudgjøgnum ymisk menniskju og fyritøkur hevur signað húsið og arbeiðið, sigur Rósing.

Síðsta leygardag, 24. feb., varð húsið vígt av Símuni P. Jacobsen, presti, og formanni í Kirkjuligu Heimamissiónini.

Á skránni var felagssangur, sangur við Barnakórinum og Effata, røður og frágreiðingar, o.a.

Endað var við tjóðsanginum.
Aftaná var bjóðað til nátturða í kjallaranum, har høvi var at bera heilsanir.
Gott 350 fólk vóru til vígsluna.

Um húsið kann sigast, at tað er EM-ráðgeving, sum hevur teknað húsið og TN-Bygging hevur innilukkað tað. Málarabeiðið og gólválegging er gjørt av fakfólki, meðan timbur, el, ljóð, ventilatión og hiti er gjørt av sjálvbodnum, sum hava fingið vegleiðing frá fakfólki.
Spakin var settur í í 2012 og tað sjálvbodna arbeiðið byrjaði í 2015.
200 stólar standa í salinum og 140 stólar kunnu standa í kjallaranum saman við borðum.
Missiónshúsið er væl útgjørt við nýggjastu ljós- og ljóðútgerð. Harafturat hevur tað ein stóran og góðan køk við allari útgerð.
Nú missiónshúsið nærum er heilt liðugt, kostar tað uml. 9,5 mill. kr., men tað er mett til 12 mill. kr. Skuldin er 3.5. mill. kr.
-Nú ein vika er farin og ymisk tiltøk hava verið í húsinum, mugu vit siga, at tað riggar væl og vit eru sera fegin um húsið, sigur Rósing.
- Í kvøld kl.21.00 verður stórt ungdómsmøtið og seinnapartin í morgin verður familjumøti.
Annars verður missiónsvikan í komandiviku og tá kemur húsið at standa sína veruligu roynd.
- Øll eru vælkomin til møtini og til tað, sum annars er á skránni í missiónshúsinum, og til at hyggja eftir tí, sigur Rósing Thomsen.