Gáva frá Akranesi til Føroyar: Kort yvir sjólatnar føroyingar

mentan16-05-2017 - 21:31 - Jóanis Nielsen

Annika Olsen skrivar á Facebook:

Í síðstu viku høvdu vit vitjan av Akranesmonnum úr Íslandi. Vit fingu handað kort yvir sjólatnir føroyingar undir Íslandi síðani síðst i 1800 til 2003. Heili 60 bátar, skip og sluppir eru farnar og 400 føroyingar hava fingið váta grøv í Íslandi. Her er ein tíðindastubbi í íslendska Morgunblaðnum. Á yvirlitinum sást sluppin "Verdandi", id eftir øllum at døma sjólætist í 1944 í Ísafjørðinum. 15 føroyingar fôru við sluppini, harímillum langabbin, langabbabeiggin og 2 ommubeiggjar. Kortið var ein heiðurlig gáva frá íslendingum og skal fáa eitt heiðurligt alment stað at hanga í Tórshavnar kommunu.