Gamla FSF-húsið burtur

ítróttur06-07-2018 - 22:38 - Jóanis Albert Nielsen

Gamla FSF-húsið á Tórsvølli er nú brotið niður. Arbeiðið at gera Tórsvøll lidnan gongur sera væl, har øll vestursíðan nú er tikin niður trygt og væl.

Næsta stigið er grava niður í lendið og stoypa fundament fyri nýggja bygninginum og áskoðaraskýlinum. Byrjað verður at grava niðan móti B36-húsinum.

Byggingin av Tórsvølli verður endaliga liðug í februar 2021.