GALAXY avloysarin hjá SMYRIL kom á Tvøroyri í kvøld

vinna16-04-2017 - 23:51 - Jóanis Nielsen

Um 23-tíðina í kvøld legði Galaxy til bryggju á Tvøroyri. Galaxy skal røkja farleiðina um Suðuroyarfjørð, ímeðan Smyril skal í dokk.

Smyril skal í dokk í Danmark.

Gongst sum ætlað, røkir Galaxy Suðuroyarleiðina frá leygardegnum 22. apríl til mánadagin 15. mai. Bygdaleiðir í Suðuroy koyra í mun til broyttu ferðaætlanina.

Ferðaætlan Galaxy

Myndirnar tók Reidar Simonsen.